Eitt gott ljós

Skrivað: Hanus Thomsen

“Soleiðis lýsi ljós tykkara fyri fólki, at tey mega síggja góðgerðir tykkara og æra faðir tykkara, sum er á himni” (Matt 5,16) .

Vit lesa ofta, at Jesus var eftir farisearunum fyri teirra gerðir. Hóast tað vóru teir teir í samfelagnum, sum gingu hægst uppí, hvussu teir livdu, at gera alt sum var rætt og halda allar reglur og siðir. Teirra feilur var, at teir gjørdu tað til egna æru, fyri at vísa seg sum rættvísar gudsmenn. Ístaðin fyri at æra og vísa á Gud. Teir hava, sum Jesus sjálvur sigur, longu tikið upp løn sína.

Tað, ið Gud hevur tokka í, er, at okkara gerðir vísa til og æra Gud. Tá fólk síggja okkara lív, skulu tey undrast og hugsa, at Gud er góður. Vit eru sostatt leys av tráanini eftir at vísa heiminum, hvussu góð vit eru. Hetta er tað, sum allur heimurin er trælur undir, at vísa seg fram og verða stórur í mannaeygum.

Gud vil, at okkara lív vitnar um Guds stóru náði til okkara, og hvussu hann signar og hjálpir okkum hvønn dag. Ikki um hvussu góð menniskju vit eru, men hvat Gud ger í okkara lívi. Gud vil, at fólk skulu síggja hann í verki ígjøgnum okkara lív og soleiðs koma at kenna hann.