Ert tú klár/ur, tá ið Jesus kemur aftur?

Skrivað: Annelisa Rasmussen

Herfyri skuldi sonurin av Strondum til Havnar í starvslæru. Vit høvdu avgjørt, at hann skuldi fara suður við Bygdaleiðum, og at eg skuldi koyra hann til busssteðgistaðið. Morgunin kom, vit gjørdu okkum klár og fóru avstað. Tá ið vit nærkast busssteðgistaðnum, síggja vit, at bussurin fer koyrandi avstað undan okkum. Eg setti ferðina eitt sindur upp og vónaði, at bussurin fór at steðga onkustaðni á leiðini. Men nei, hann koyrdi, og vit máttu koyra allan vegin suður til Havnar beint aftaná bussinum (tíanbetur gjøgnum Undirsjóvartunnilin).

Seinni um dagin fór eg at hugsa um hesa hending, okkum hevði verið fyri. Vit fóru í góðari trúgv frá húsum og hildu, at vit høvdu góða tíð. Men onkusvegna hevði eg forroknað meg. Eg skuldi líka hetta og hatta, áðrenn eg fór frá húsum.

So kom spurningurin til mín: Hvussu verður tann eina dag, tá ið Jesus kemur aftur eftir sínum? Eri eg klár tá?

Ert tú klár/ur, tá ið Jesus kemur aftur? Ella skalt tú, eins og eg hendan morgunin, líka gera hetta og hatta áðrenn? Veitst tú, at tað kann vera ov seint at taka ímóti Jesusi.

Mín áheitan til tín skal vera: Tak ímóti Jesusi, meðan tíð er til tað. Hugsa ikki um, at tú skalt náa alt møguligt áðrenn.

Á tí eina degi ber ikki til at koyra aftaná og koma trygt í havn.

Nei:

Bert tey vera við í tí syngjandi skara,

sum her funnu frið við sín Gud,

í trúnni á Jesus vár frelsara kæra –

bert teimum skal falla hin lukka í lut. HMS 591