Aftur til forsíðu

Eygnavitni

Eygnavitni

Skrivað: Kaj Eli Hansen

“Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð” (1 Jóh 1,1).

Hvat heldur tú um hetta versið?

Í eini rættarsak, eru tey bestu prógvini eygnavitni, sum vóru til staðar, har ein brotsgerð fór fram.

Bíblian er eygnavitnir. Her lesa vit hjá Jóhannes ápostli, hvat hansara vitnisburður er.

Vit hava sæð, hava hoyrt, ja, hava nomið við, hvør er tað, jú, hann sum var frá upphavi, frá skapan heimsins, hann er Jóhannes eygnavitni til, mannin Jesus Kristus.

Er Bíblian bert væl samanpentaðar søgur?

Nei, sum ein annar lærusveinur sigur: “Tí at tað vóru ikki snildiliga samanpentaðar søgur, sum vit fylgdu, tá ið vit kunngjørdu tykkum várs harra Jesu Krists mátt og komu, men vit høvdu verið eygnavitni til hátign hansara” (1 Pæt 1,16).

Eisini her er prógvið, at hann hevði verið eygnavitni til hátign hansara.

Hvat trýrt tú? Eygnavitnunum ella teimum, sum siga, at alt eru samanpentaðar søgur?

Má Heilagi Andin sleppa at sannføra teg um sannleikan.

A+

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.