Fall ikki í fátt

Skrivað: Rúni Hentze

Freistingar koma ofta í kjalarvørrinum av góðum andaligum upplivingum. Tá Jesus varð doyptur og Andin kom yvir hann og segði, at hetta er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til, tá varð hann av Andanum førdur út í oyðimørkina at verða freistaður. Tjóvurin brýtur ikki inn í eitt tómt hús, har einki er at ræna. Tí skal tú ikki fella í fátt, um tú verður freistaður, tvørturímóti. Religiøs menniskju fáa frið fyri djevlinum, men tey trúgvandi verða herjað. Tá tað kennist, sum tú ikki megnar at halda fast í Jesus, so skal tú vita, at Jesus heldur fast í tær og sleppur tær ikki.

Alt, sum knýtir teg til Jesus, er av Gudi, og alt, sum vil forða tínum vegi til Jesus, er av djevlinum. Alt í tínum hjarta, sum hevur álit á Jesus, er av Gudi, og alt, sum mistrýr honum, er av djevlinum.

Hvussu sigraði Jesus á djevlinum? Jú, við at siga: “Skrivað stendur!” Hann helt seg til orðið. Guds orð er vápnið, sum vit skulu sigra á djevlinum við. Halt fast við tað!