Fallin í synd, men ikki í virði

Skrivað: Rósalind Olsen

Vit hoyra so ofta, at vit eru fallin í synd, og ja, tað eru vit.

MEN…

Vit gloyma ofta at leggja afturat, at vit eru skapt undurfult at hoyra Gudi til. Í Guds eygum hevur menniskjan sama virði aftaná syndafallið sum áðrenn syndafallið. Tí vildi Gud ofra sín einasta son. Hann lat hann pína og doyggja fyri okkum.

Hevði hann gjørt tað, um vit ikki høvdu virði fyri honum?

Tíðin er komin, at vit ikki bara síggja okkum sum dýrt keypt, men eisini sum dýrabær, við ómetaliga stórum virði. Guds eygnasteinur.

Vit fullu í synd, men ikki í virði!