Fekk persónligt bræv frá Al-Qaeda

„Men frels okkum nú, Harri, Guð vár, av hendi hans, til tess at
øll kongaríki á fold mega sanna, at tú, Harri, eina ert Guð!« “
2.Kong.19,19

 

Johannes Amritzer, sum arbeiðir sum trúboðari í Afrika, varð
boðin at tala í Faisalabad í Pakistan. Tá fekk hann eitt persónligt
bræv frá Al-Qaeda, og hann heldur, at hann man vera einasti
persónur, sum hevur fingið tann „heiðurin“!!

 

Í brævinum stóð, at teir høvdu leigað ein sniðskjútta at skjóta
Johannes, tá ið hann fór upp á talarastólin at boða evangeliið.
Sniðskjúttin stóð uppi á einari tekju.

 

Hvat gert tú, tá ið tú fært eini slík boð. Ja, tú ringir ikki heim
til konuna og sigur henni hetta!! Hann tók brævið og legði tað
opið fram fyri Harran og spurdi, hvat ið hann skuldi gera?

 

Tá kom ein tanki inn í høvdið á honum: „Far út í býin og
keyp tær talibanklæðir, henda fótsíða, hvíta kjólan við hatti og
øllum!“ Tá kom hann at líkjast einum talibani, og tískil var ikki
so lætt at fáa eyga á hann. Hann fór ikki upp á talarastólin, men
stóð á leikpallinum staðin fyri. Hann stóð ikki stillur, men
rann sum fluga í fløsku aftur og fram í tríggjar tímar. Hann
hevði verið veiðimaður fyrr og visti tí, at ringt er at sikta eftir
einum hjørti, sum loypur higar og hagar. Ringt er eisini at fáa
tak á einum kristnum, sum flytur seg alla tíðina og sær út, sum
dansar hann salsa.

 

Tað er tryggari at vera á vígvøllinum enn at goyma seg
heima. Dávid kongur skuldi verið á vígvøllinum, men hann
sat heima við hús og hugdi at tí naknu Batsebu, meðan hon
baðaði sær. Tá fall hann, og fallið var stórt.

 

„Al-Qaed fekk ikki rakt meg, og her standi eg 30 ár seinni.
Eg gjørdi, sum skrivað stendur um Hizkia kong í 2. Kong.
19,14, eg legði brævið opið framman fyri ásjón Harrans, og tað
er tað einasta rætta at gera,“ endaði Johannes.

 

Hvussu var tað so við hasum brævinum, sum Hizkia fekk?
Assýriu kongur hevði skrivað, at Hizkia mátti endiliga ikki lata
seg lokka at hugsa, at Gud fór at gera tað soleiðis, at Jerusalem
ikki fór at falla í hendurnar á assýriumonnum. Tá fór Hizkia
niðan í tempul Harrans og legði brævið opið framman fyri
Harranum, og so fór hann at biðja til Harrans. Tá sendi Harrin
Jesaja profet til Hizkia við hesum boðum : „Tú hevur biðið meg
um hjálp móti Sankerib, Assýriu kongi, og eg havi bønhoyrt
teg!“ (v. 20). Somu nátt fór eingil Harrans út og jarðlegði í
herbúðum Assýriu kongs 185.000 mans, og morgunin eftir
lógu teir allir lík. (v. 35).

 

Um tú onkuntíð kennir tað so, at menniskju hava stongt
allar vegir fyri tær, tú kennir teg kringsettan, so skalt tú minnast
til, at eingin kann steingja vegin upp til himmals fyri tær. Bið!!!
Men gloym so ikki at takka Harranum fyri hjálpina, tú fært! Tí
alt er av náði Harrans!!!   Effie Campbell