Fokus
“Tíðirnar skifta, men hann er hin sami. Umstøður broytast, men hann broytist ei.”
Hvussu ávirkar skeivt fokus okkum? Hetta er nakað, sum ofta rakar meg so beint á!
Men hví yvirhøvur hava rætt perspektiv/fokus? Tí at vit trúgva á Jesus og at hann doyði fyri okkum og at ígjøgnum hann hava vit eitt nýtt og reint hjarta! (2 Kor 5,17)
Hvat skulu vit so hava fokus á? Kristindómur er ein relatión – fyrst og fremst við Gud og so við hvør annan. Vit eru noydd at hava okkara persónliga fokus á Gud, tí tað er har, at okkara andaliga lív fær føði. Eg veit ikki, um tú nakrantíð hevur kent teg mótfalnan? Sum at øll vón og alt mót er tikið frá tær? Um tú roynir at hugsa teg um, var títt fokus á røttum stað í hesari støðu? Næstu ferð, tá tú ert í einari støðu, har tú kennir teg troyttan, mótfalnan ella móðan, royn so at hyggja eftir, hvar títt fokus er.
Eg trúgvi, at tá koma vit skjótt at síggja, at vit hava sett okkara álit á okkara maka, okkara børn, onnur menniskju ella onkrar umstøður; men hesi kunnu øll svíkja. Men tað er ein, sum ikki svíkur uttan mun til umstøðurnar. Hevur tú títt álit á honum? “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir” (Hebr 13,8).
So hvar er títt fokus? Ert tú mótfallin til tíðir? Ella gongur alt kanska fyri so vítt av fínasta slagi? Men um vit stegða á og hugsa um, hvar okkara vón er sett, er hon so sett á Jesus? Sært tú mun í tínum lívi, tá títt fokus er sett á Jesus ella ikki?
Mín bøn er, at tú, sum lesur hetta, hevur sett tína vón á Jesus, sum elskar teg meir enn nakar annar, at hann vildi doyggja fyri tínar syndir! Hann er tann, sum eigur at geva okkum vón, og tað er ein vón, sum ber yvir alt!