Forsøm ikki Harrans máltíð!
"Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Eta tit ikki hold menniskjusonarins og drekka blóð hansara, tá hava tit ikki lív í tykkum. Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hevur ævigt lív, og eg skal reisa hann upp á evsta degi. Tí at hold mítt er sannur matur, og blóð mítt er sannur drykkur. Tann, sum etur hold mítt og drekkur blóð mítt, hann verður verandi í mær og eg í honum" (Jóh 6,53-56).
Tað er í kjakinum við jødisku leiðararnar um lívsins breyð, sum kom niður av himni fyri at geva heiminum lív – við at geva sítt lív fyri okkum – at Jesus sigur orðini omanfyri.
Vit eta tað livandi breyðið í og við trúnni á Jesus. Men hann var so pedagogiskur, at hann eisini gav okkum eitt sjónligt tekin um sína ríku gávu! Hann tosaði ikki einans inn í oyru okkara, men gav eisini sansum okkara at smakka, at Harrin er góður – ítøkiliga! Hann gav okkum nevniliga máltíðina, har vit á ein serligan hátt eta hold hansara og drekka blóð hansara, sum hann sjálvboðin ofraði fyri okkum.
Vit mugu ongantíð gerast so andlig, at vit gloyma, at kristna trúgvin eisini er likamlig. Vanvirð ikki hansara ríku gávu – raðfest at vera við til Harrans máltíð!