Aftur til forsíðu

Frukt trúarinnar

Frukt trúarinnar

Skrivað: Bárður Kass Nielsen

”… fyri at tit mega vera reinir og meinaleysir til Krists dag, fyltir við rættferðar frukt, sum fæst við Jesusi Kristi, Gudi til dýrdar og lovs” (Fil 1,10b-11).

Náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara. Ein størri og gleðiligari boðskapur enn hesin finst ikki. Vit eru sett í frælsi frá syndini og eru nú Guds børn, frí og rein av Guds stóru náði. Hetta er tann boðskapurin, sum vit kunnu hava við okkum í øllum lívsins støðum.

Hetta eru samstundis álvarsom orð til rannsakanar hjá okkum, sum eru vend burtur frá syndini og eru Guds børn. Ein sterk og rannsakandi áminning til okkum, sum, við Guds náði, eru blivin innlimað í hann og eru partur av einum kirkjuliði.

Paulus minnir okkum á, at vit sum eru loyst frá syndini, vit sum hava fingið so nógv fyrigivið, vit sum av náði eru blivin frelst frá syndini, lógartrældómi, vit mugu hava ávøkst í Jesusi til halganar.

Hetta er kanska lættari sagt enn gjørt, og ferð eftir ferð mugu vit ásanna, at fruktir trúarinnar ikki eru serliga sjónligar í lívi okkara. Vit ivast og eru mangan vinglut á leiðini. Tí er gott at vita, at Gud hevur givið okkum lyfti um at geva okkum ta styrki, sum vit hava brúk fyri hvønn dag. Hann vil ganga á leiðini saman við okkum og reisa okkum aftur, um vit snáva og falla.

A+