Aftur til forsíðu

Frumgróðurhøgtíðin

Frumgróðurhøgtíðin

Skrivað: Súsanna Hendriksdóttir Olsen

”Ær Harran við tí, tú eigur, og við tí fyrsta av allari grøði tíni! So skulu úthús tíni fyllast av yvirflóð, og vínberjaløgurin skal renna útav í persum tínum” (Orðt 3,9)

 

Frumgróðurshøgtíðin er ein jødisk høgtíð, sum er partur av páskahøgtíð jødanna.

Til hesa høgtíð taka tey fyrsta bunti av gróðrinum, sum tey hava heystað og geva Gudi tað. (1. Mós 23,9-14)

Hendan høgtíðin minti meg ein dagin á, at hetta er júst tað, vit skulu gera: Geva Gudi burturav og hann skal syrgja fyri rest.

Í Fjallaprædikuni lesa vit, at vit skulu ikki stúra, hvat vit skulu fara í, ella hvat vit skulu eta. Gud tekur sær av liljunum og fuglunum. Hann skal eisini taka sær av tær og mær (Matt 6,24-34).

Vit skulu fyrst søkja Guds ríki, so skal hann geva okkum tað, okkum tørvar (Matt 6,33). Vit skulu geva Gudi tað fyrsta av grøði okkara, og hann vælsignar okkum. Tað, at geva av ognum okkara, er eisni at geva tíð. Geva Gudi tíð við at søkja hann fyrst og fremst, so skulu vit ikki stúra og ikki mangla nakað.

Hóast hetta er ein páskahøgtíð, kunnu vit minna okkum á hetta allar dagar í árinum.

 

A+