Aftur til forsíðu

“Fylgið mær”

“Fylgið mær”

Skrivað: Ragnhard Petersen

Pætur trúði, at Jesus var Messias, og Jesu gerningar staðfestu hetta. At fylgja Jesusi merkir at viðurkenna Jesus sum tann, hann sigur seg vera. Hann er frelsari, men hann segði eisini, at lýdni móti honum er ein partur av at fylgja honum.

Tað, sum Jesus segði aftur og aftur, var, at um vit skulu vera hansara lærusveinar, so mugu vit fylgja honum. “Eg vil leiða,” sigur Jesus. “Tit skulu fara hagar, ið eg vil hava tykkum at fara. Tit skulu gera tað, ið eg vil hava tykkum at gera.” Tá vit taka ímóti Jesusi sum frelsara, væntar hann at gerast harri í okkara lívi. Í innbjóðingini í Matteus 4,19 gjørdi Jesus greitt, at hann fór at vera leiðarin. Tað merkir, at vit byrja sum hansara lærusveinar, tá vit vilja ganga aftan á Jesusi. Hann gongur á odda. Vit fylgja eftir.

Ein lærusveinur er sostatt ein, sum hevur givið seg inn undir Jesu harradømi og fylgir honum eftir. Hvussu er við tær? Vilt tú fylgja Jesusi? Hevur tú givið teg yvir, so at Jesus er tín harri og frelsari? Ella hevur tú brúk fyri at endurnýggja títt lyfti um at fylgja honum? Hugsa um tað.

A+