Fyribils

Skrivað: Ester Aðalsteinsdóttir Danielsen

Vit eru fødd í henda heim til at liva fyri Gud. Til at vera Hansara lærusveinar og at læra onnur fólk um hann. Eg haldi, at ofta hava vit lætt at gloyma hetta, og at vit skula ikki vera her í allar ævir. Tó verða vit so lætt freistaði av øllum, sum heimurin hevur at bjóða, at vit ofta gloyma, hvat vit veruliga liva fyri. Vit stremba eftir jarðligum lutum heldur enn at hyggja upp til Gud og liva fyri hann.

Nú alt hevur verið stongt í fleiri vikur, og vit ikki hava havt møguleikan at fara til frisør, íðka í venjingarhølum, svimja og verða saman við vinfólki, havi eg hugsað um, at alt, vit hava her á jørðini, er bara fyribils. Alt, vit kunna gera ella fara til, er bara fyribils. Tað er væl møðuligt at liva uttan hesi tingini, og tað fara vit eisini, tá Jesus kemur aftur! Alt, sum vit stremba eftir her á jørðini, kemur ikki við okkum til himmals. Tað einasta, sum er eftir, er okkara trúgv, og hvussu vit velja at liva fyri Jesus ta stuttu tíð, vit eru her á jørðini!