Gerið lærusveinar

Skrivað: Petur Súni Jacobsen

“Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda” (Matt 28,19-20).

Jesus sendi lærusveinarnar út, aftaná at hava verið saman við teimum í umleið 3 ár, at vitna fyri menniskjum um okkara frelsara Jesus Kristus. Vit kunnu øll taka undir við, at teir fingu nógv burturúr. Teir trúðu lyftunum, at Jesus var við teimum, og fylgdu boðunum.

Hetta fær meg viðhvørt at hugsa um mína tænastu. Tað er komið fyri, at eg havi verið nógv saman við ymiskum fólki yvir trý ár, uttan at hava eina samtalu við tey um Jesus, og tað ger meg keddan.

Tá starvið fyllir nógv hjá einum, tá verða samtalurnar hjá viðkomandi ofta um arbeiði. Á sama hátt er tað hjá teimum, sum hava stóran áhuga í ítrótti. Men fyri mong, sum eru eftirfylgjarar Krists, er tað trupult at samtala við onnur um Jesus, hóast hann er Harri í okkara lívi.

Jesus vil hava okkum at tæna sær, so menniskju kunnu verða vakt í trúnni og gerast lærusveinar. Latið okkum øll saman tæna okkara Harra og frelsara við gleði og einki óttast, tí hann er við okkum allar dagar alt til veraldar enda.