Gev Gudi alt
”Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?” (Jóh 6,9)
Jesus var saman við einari stórari mannamúgvu. Lærusveinarnir høvdu ikki nóg mikið av peningi at keypa breyð til øll. Har kom ein smádrongur við fimm breyðum og tveimum fiskum. Jesus vælsignaði matin og býtti út. Aftaná at øll eru blivin mett, var savnað upp í tólv kurvar av avlopi (Jóh 6,1-15).
Tá ið tú skalt tæna Gudi, gevur tú honum alt tað, tú eigur, ella gevur tú honum bara ein part av tínum yvirskoti? Ert tú bangin fyri at missa ov nógv av peningi, frítíð, orku, stoltleika ella vælveru? Lítur tú á Gud?
Her er ein drongur, ið letur allan sín mat í hendurnar á Jesusi. Hann læt ikki sína avgerð verða stýrda av ótta fyri ikki at blíva mettur sjálvur.
Hann gav alt, hann átti, til Jesus, leit á, at Jesus kundi gera tað til meir, enn drongurin kundi ímynda sær. Hann slapp at virka við til eitt undur, har hann sá Jesus metta 5000 fólk. Og hann fekk ikki einans tey fimm breyðini og tveir fiskarnar aftur, nei, tað varð savnað upp í 12 kurvar av avlopi.