Gev mær eitt hjarta, sum elskar mín næsta

Skrivað: Inga S. Jensen

”Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí kærleiki fjalir fjøld av syndum” (1 Pæt 4,8).

Ein vinkona gav mær hesa norsku bønina úr eini traktat:

”Góði Jesus.

Tú kennir mítt harða hjarta og veit, hvussu skjótt eg dømi og finnist at menniskjum, sum mær ikki dámar, ella teimum, ið hava sært meg.

Eg biði teg, fría meg frá mínum harðleika. Gev mær eitt hjarta, sum líður við mínum næsta, soleiðis at eg ístaðin fyri at at finnast at honum, beri hansara veikleikar og synd. Ger meg føran fyri at vísa kærleika og vinsemi móti teimum, ið eru fíggindaliga innstillað mótvegis mær. Lat tín kærleika og góðsku tína, sum tú møtir mær við hvønn dag, dríva meg til at fyrigeva mínum medmenniskjum.

Eg trúgvi, at tú hevur endurloyst meg til at elska teg og næsta mín við einum miskunnsomum kærleika.”

Fyri mær er hetta ein bøn eftir Guds hjarta, ið eigur at verða biðin hvønn dag. Tí biðja vit eisini í Faðirvár: ”Fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda.” – Jesus hjálpi okkum til tað.