Gev tær stundir til Jesus
”men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.« ”
Luk.10,42
Í Lukas kapitli 10 kunnu vit lesa um systrarnar Martu og Mariu.
Jesus kom á vitjan, og við tað sama fer Marta undir at stákast og gera eina máltíð til, so Jesus kann fáa ein bita. Maria hinvegin setur seg niður og lurtar eftir Jesusi. Marta heldur lítið um, at systurin bert situr og sløsar tíðina burtur soleiðis – kom heldur og hjálp til – eru hennara orð til Mariu. Men Jesus hevur at Martu, tí tað er hin systirin, Maria, sum hevur valt hin góða lutin.
Jesus kemur ikki til okkara, fyri at vit skulu fara í gongd við at gera alt til, so hann kann hava tað gott og kenna seg væl saman við okkum. Hann vil fyrst og fremst hava okkum til at lurta eftir sær. Hann vil hava okkum til at seta okkum niður við sínar føtur og geva okkum far um hansara orð, og so ikki lata alt annað, sum er uttan um okkum, koma í fremstu røð.
Tað er ikki alt tað, sum vit kunnu gera og rigga til, sum gevur okkum hin góða lutin, sum Maria hevði valt, lutin, ið ikki verður tikin frá okkum. Nei, vit velja tann góða lutin við at lurta eftir Jesusi. Hann hoyra vit í hansara orði, Bíbliuni.
hh.