Í skundi

„Hin minsti skal verða til túsund, hin vesæligasti til mikla tjóð; eg eri Harrin og fremji tað í skundi, tá ið stundin til tess er komin. “
Jes.60,22

 

Og nú sigi eg: Stundin ER komin. Hetta kapitlið greiðir frá, hvussu jødarnir skulu venda heim til Ísraels úr øllum fýra heraðshornum. Tann stundin ER komin! Fyriboðanir, tekin og føðingarverkir eru allastaðni. Stundin ER komin. Lógloysi skal valda. Stundin ER komin! Kærleikin skal kólna hjá mongum. Stundin ER komin!

 

Vit liva so sanniliga í tí ættarliðinum, har stundin ER komin, og tað merkir, at Gud fremur tingini í skundi. Í Opinberingini kap. 18 lesa vit um dómin yvir Bábylon, hina miklu. Í 16. versi stendur: ”Tí at á einum tíma er so stórt ríkidømi oytt.”

 

Tað versið gjørdist so livandi fyri mær tann 11. september 2001, tá ið World Trading Center í New York varð rakt av tveimum ferðamannaflogførum og fór í sandasor. Eg minnist, sum var tað í gjár, at frásøgumaðurin í sjónvarpinum segði: ”Ótrúligt, at alt hetta er hent í einum tíma!”

 

Greinarar hava róst smykkufyritøkuni Pandora upp til skýggja. 2.august 2011 sást tú hesar feitu yvirskriftirnar í bløðunum: Partaeigarar í  Pandora hava mist 13 milliardir upp á ein tíma.

 

USA hevur júst staðið og riðað á tromini til húsagang. Teir hava bjargað tí, ið bjargast kann, við at seta seg í upp aftur størri skuld, eina skuld sum frammanundan er ørandi høg. Ein tími.

 

Vit mugu sanna, at Orðtøkini 14,12 eru sonn. Har stendur: ”Mangur kann halda ein veg vera rættan, men endin á honum er heljarleiðir.” Menniskju spyrja ikki Harran til ráðs, tí gongst alt so illa. Eitt av Jesu nøvnum er Ráðgevi. (Jes. 9,6) Moses Hansen. Effie Campbell umsetti