Gleðin í Harranum er styrki okkara
“…gleðin í Harranum er styrki tykkara!” (Neh 8,10)
Eitt av mínum yndisørindum í Guds Orði! Styrki í okkara dagliga lívi sum Guds børn fáa vit ikki við at taka okkum saman. Nei, gleðin um ta fullkomiliga fríu náðina í Jesusi Kristi, krossfesta og upprisna frelsara okkara, er styrki okkara! Hann, sum doyði fyri syndir okkara og soleiðis tók tær burtur, og sum síðani reis upp frá deyðum til okkara rættvísgering (Róm 4,25).
Alt tað, hann hevur gjørt fyri okkum, og alt tað, hann framvegis ger, og alt tað, hann fer at gera í framtíðini, er styrki okkara. Tað er at ganga fram í Andanum og ikki í egnari megi – ella í holdinum, sum Paulus eisini orðar seg.
Av hesum er tað greitt, hvat fremsta uppgáva tín, sum ert Guds barn, er: At halda teg tætt inn at honum og Orði hansara. Tí tað er fyrst og fremst har, hann gevur seg til sjóndar fyri okkum! Og síðani – við tí styrki, sum hann gevur – at vera salt og ljós fyri hann millum medmenniskju tíni.