Guð er altíð hjá tær

Skrivað: Frants Jensen

Sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda (Matt 28,20).

Soleiðis endar Matteus sítt evangelium. Jesus er við okkum. Hann er ikki bara við okkum teir góðu dagarnar – ella teir dagarnar, tá ið vit skikka okkum væl. Hann er við okkum allar dagar – eisini teir ringu og keðiligu.

Jesus kallaði lærusveinar sínar at fara út við gleðiboðskapinum. 12 menn sum skuldu broyta heimin. Og teir broyttu hann. Teir fóru út um allan tann tá kenda heimin við teimum góðu boðunum, at Jesus er frelsari heimsins. Fólk í stórum tali tóku við trúgv, og heimurin broyttist. Við tíðini eru fleiri løgst afturat. Nú kallar Jesus okkum at fylgja sær og at bera øðrum gleðiboðskapin. Og hann vissar okkum um, at hann
er við okkum allar dagar. Og tað, hann hevur lovað, heldur hann.

Tað verður millum annað lýst í eini frásøgn:
Ein maður droymdi, at hann gekk fram við sjóvarmálanum saman við Jesusi. Tá sá hann fyri sær løtur úr sínum egna lívi og legði til merkis, at á hansara lívsleið vóru tvinni fótaspor sjónlig í sandinum: hansara egnu og fótasporini hjá Jesusi.

Tá ið seinasta lívsmyndin var farin afturum, hugdi hann aftur at fótasporunum í sandinum og sá, at í fleiri støðum vóru einans eini spor og varð varugur við, at hetta var, tá ið hann hevði havt tað ringt. Syrgin segði hann við Jesus: “Tá ið eg valdi at fylgja tær eftir, gavst tú mær lyfti um at vera við mær allar dagar. Men eg síggi, at í mínum tyngstu løtum eru einans eini fótaspor. Eg fati ikki, hví tú læt meg ganga
einsamallan, júst tá ið mær tørvaði teg mest.”

Tá svaraði Jesus honum: “Mítt kæra barn. Eg elski teg og vildi aldrin, aldrin latið teg gingið einsamallan. Teir dagarnar, tú hevði tað ringt, har tú bara sást eini spor, tá bar eg teg.” Soleiðis er Jesus.

Trúgv á hann, og hann vil eisini vera við tær allar dagar alt til veraldar enda!