Gud er ikki gírigur!
”Og av avkomi tínum skulu allar ættir á foldini fáa signing, fyri at tú lýddi rødd míni” (1 Mós 22,18).
Vit menniskju hava øll brúk fyri eini vón um eina betri framtíð. Hesi orðini frá Gudi uggaðu tann barnleysa Ábraham tey mongu árini, hann mátti bíða. At enda gjørdist hann pápi.
Men lyftið fer nógv longur enn bert til eydnuna hjá einari lítlari familju fyri 3.800 árum síðani. Eisini longur enn til allar eftirkomarar teirra gjøgum tíðirnar, jødafólkið.
Tað eru allar ættir á fold, ið skulu fáa signing av hesum eina avkomi Ábrahams. Tí Nýggja testamenti lærir okkum, at tað ikki einans sipar til avkom Ábrahams í fleirtali, men serliga til Jesus, son Jósefs, ið stavaði frá Juda, sum var langabbasonur Ábraham og Sáru.
Gud er ikki gírigur, tí lyftið fevnir eisini um okkum! Ja, um øll menniskju til allar tíðir og um allan heim – tað eru øll tey, ið trúgva á Jesus Kristus og seta sítt álit á hann. Tí signingin er av honum!