Gud hevur eina ætlan við tær

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Men fariseararnir og hinir lógkønu gjørdu Guds ráð við teimum sjálvum til einkis…” (Luk 7,30)

Gud skapti okkum øll við tí ætlan, at vit skulu hava samfelag við hann og við næsta okkara. Men syndafallið oyðilegði samfelagið við Gud og gjørdi samveruna við næsta okkara trupla. Men við at lata Sonin taka allar syndirnar hjá okkum øllum á seg, gjørdi tann tríeindi Gud samfelagið okkara millum møguligt aftur.

Guds ráð er, at eg og tú og øll menniskju taka ímóti tí frelsu, sum Jesus bjóðar okkum fyri einki, og støðugt halda okkum til hansara. Tað er enn í dag hansara ætlan við okkum.

Men Gud noyðir ongan at hava samfelag við seg, tí kunnu vit vraka frelsuna í Jesusi. Men harvið gera vit Guds ráð við okkum sjálvum til einkis. So ganga vit okkara egnu leiðir, bæði nú og í ævinleikanum.

“Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð” (Jer 29,11).

Ger ikki Guds ráð við tær til einkis, men kom til Jesus!