Gud hevur góða tíð
Spurningur: Hví leiddi Gud ikki Ísraelsfólk úr Egyptalandi beinanveg?
Gud vísir okkum í bíbliuni, at Ísraelsfólk skuldi vera í Egyptalandi, meðan tey gjørdust ein tjóð. Tey vóru bara áleið 70 fólk, ið komu til Egyptalands (2. Mós 1,5) nevniliga Jákup og konan við synunum og teirra børnum. Gud lat tey vera í Egyptalandi fyri at lítla familjan kundi blíva til eina stóra tjóð. Hóast tey vóru trælir og vórðu illa viðfarin, livdu tey trygt og skuldu ikki verja seg fyri fíggindum. Tað hevði ikki verið møguligt, um tey høvdu livað í Kánanslandi. Vit lesa í 2. Mósebók 1, at tey fingu nógv børn, meðan tey búðu í Egyptalandi. Á henda hátt gjørdust tey ein stór tjóð, ið kundi fylgjast út úr Egyptalandi og hertaka Kánansland. Plágurnar yvir Egyptararnar skuldu vísa Ísraelsfólki at Gud Harrin veruliga var teirra Gud. Teir skuldu trúgva, at Gud var mentur at verja tey á ferðini heim til Kánansland og vildi hjálpa teimum at vinna landið (2. Mós 6,6-8).
Svarið upp á spurningin er, at Gud vildi vísa fólkinum, at hann var Gud – Ísraels Gud. Hann vildi vísa teimum, at hann helt tey lyfti, ið hann hevði givið Ábrahami. Hetta lærir okkum, at Gud viðhvørt hevur góða tíð at uppfylla síni lyftir, fyri at vit skulu líta á hann.
Umsett úr ‘Svar på 117 Spørgsmål’