Gud hevur góðar ætlanir við okkum

Skrivað: Signar Hansen

”Tí at eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, sigur Harrin, ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð” (Jer 29,11).

Tí at eg veit. Soleiðis sigur Harrin. Tað er einki loynt fyri Gudi. Hann kennir okkum og okkara støðu beint nú. Og víðari sigur Harrin, eg havi ætlanir við tykkum. Eg havi lagt nakað til rættis fyri tykkum. Ja, eina vónríka framtíð. Gud er ikki bundin at tíð og staði, og tí kennir hann eisini okkara framtíð. Tað er ikki ein dagur í lívi okkara, sum Gud ikki veit um. Hann er við okkum og hjá okkum allar dagar, ja, alt til veraldar enda.

Vit hava ikki fingið nakað lyfti um, at vit bara skulu fáa góðar dagar her í lívinum, men Gud vil vera okkum nær, ja, enntá bera okkum, um tað skuldi verið neyðugt. Gud vil, at vit øll skulu verða frelst.

Hann hevur lovað at hoyra okkum og svara, tá vit kalla á hann. Og um vit leita til Harrans, er hann eisini at finna. Guds ætlan við okkum er, at vit skulu leita til hansara, og tá er hann klárur at hjálpa og vil veita okkum eina vónríka framtíð.