Gud kallar

Skrivað: Frants Jensen

Ikki tit hava útvalt meg; men eg havi útvalt tykkum (Jóh 15,16a)

Á Jesu døgum var vanligt, at pápar spurdu ein lærara (ein rabbina), um teirra synir kundu koma í læru hjá rabbinanum. Ein vælumtóktur rabbini kundi tískil hava nógvar lærusveinar, ið fylgdu honum.

Øðrvísi var við Jesusi. Hann var ikki ein vællærdur og høgtvirdur rabbini. Heldur ikki var hann kendur, og hann fekk ikki fyrispurningar, um onkur kundi vera lærisveinur hansara. Tað var øvugt. Hann kallaði sær lærusveinar. Hann segði: ”Fylgið mær!”

Vit skulu leggja til merki, at tá ið hann kallar, so veit hann, hvørjum tilfari vit menniskju eru gjørd av. Hann veit, at vit ikki eru fullkomin, at vit ikki liva upp til Guds krøv, og at vit falla. Hann kallar ikki tey fullkomnu, ella tey, ið næstan eru fullkomin. Nei, hann kallar syndarar. Tílík sum Pætur, ein sum bannaði uppá, at hann ikki kendi Jesus.

Eingin av okkum er fullkomin. Kortini vil Gud hava við okkum at gera. Tí er eisini vón fyri tær og mær.

Ein, ið spyr um at sleppa at vera lærusveinur, má vísa sítt virði. Annars er vandi fyri, at lærumeistarin ikki vil hava hann í sínum fylgi.

Men við Jesusi er øðrvísi. Hann veit, at vit falla og svíkja. Kortini velur hann okkum út at fylgja sær. Tað er náði. Nú er einki tengt at mær, men bara at honum. Eg kann hvíla, tí hann rekur meg ikki frá sær. Eg eri trygg/-ur í hansara hondum.

Tá ið Jesus kallaði lærusveinar, stendur, at hann skilaði tólv til, at teir skuldu vera hjá honum (Mark 3,14). Tað er okkara høvuðs kall. At fylgjast við honum og vera hjá honum. Ikki at gera hetta ella hatta. Nei, bara at vera hjá honum. Hvussu kunnu vit tað? Jú, tað er við at lesa í Bíbliuni og biðja. Tað er við at læra hann at kenna.

Mást tú hvíla í hesum, at tað er hann, ið kallar.