Gud kann broyta ætlan

Skrivað: Janus Thomsen

”Tá ið Gud sá gerðir teirra, at teir vóru farnir av sínum rongu leiðum, tá iðraði Gud seg eftir tí illa, sum hann hevði ætlað at gera teimum og gjørdi tað ikki” (Jón 3,10).

Hendingin omanfyri fór fram, eftir at Jónas hevði boðað orð Guds um, at Nineve skuldi verða lagt í oyði um 40 dagar. Tað merkisverda hendi, at allur býurin, umleið 120.000 fólk, vendu um! Bæði øll fólkini, kongur og hansara stórmenn vendu um, og kongur kunngjørdi, at allur býurin, bæði fólk og fæ, skuldu fasta og halda seg frá øllum illum gerningum fyri at toknast Gudi og fyri at fáa hann at broyta meining.

Tá Gud sá hetta, gjørdi Gud av ikki at oyða býin kortini.

Og júst soleiðis er okkara støða móti okkara Harra í dag. Menniskjað er syndafult, og okkum bíðar ævig glatan, men av tí at Jesus doyði fyri okkum, er ein hond rætt út til okkum, sum vil taka okkum heim í ævigu bústaðirnar í himli.

Mátti tað verið soleiðis, at vit, tá vit hoyra boðskapin um Jesus boðaðan, taka ímóti hesum líka kollveltandi sum fólkið í Nineve, at vit trúgva tí og leggja allar illgerðir av.

Jesus hjálpi okkum við tí.