Gud ruddar vegin fyri tær

Skrivað: Mourits Mouritsen

“Eg man ganga undan tær og rudda bágsteinar burtur; hurðar av kopari man eg bróta og støkkja jarnlokur sundur” (Jes 45,2).

At ganga Guds vegir hevur ofta trupulleikar við sær. Á vegnum møta vit hurðum av kopari, sum eru smíðaðar við píkum við jarnsláum fyri.

Mótgongd og neyð mugu ikki fáa okkum at trúgva, at vit ikki longur eru, har Gud vil hava okkum. Hetta geldur í familiu, á arbeiðsplássi ella í meinigheitini.

Aftaná 70 ár í Bábilon vóru ikki stórir møguleikar fyri, at Ísraels fólk nakrantíð skuldu sleppa at síggja Jerusalem aftur. Harrans fólk bleiv ført út úr trælahaldinum. Nakar menniskjaligur møguleiki var tað ikki, men Harrin greip inn.

Gud er Gud. Hann førdi Ísrael.

Soleiðis er tað eisini í tínum lívi. Tú kundi ikki frelsa teg sjálvan. Men Gud greip inn. Hann reisti fyrigevingartræ á eini høvd uttan fyri Jerusalem, og har læt hann son sín verða hongdan uppá. Jesus varð raktur av Guds vreiði, fyri at hvør tann, sum vendir sær til hansara, skal frelsast.

Soleiðis vil hann eisini gera við teg. Vit mugu aftur og aftur út á Golgata og síggja, hvat Gud hevur gjørt fyri okkum.

Andlit til andlit við Guds kærleiksoffur sigur hann við teg, at hansara hjarta ikki er broytt fyri tær.

Kanska heldur tú, at Gud hevur ført teg eftir smølum gøtum og myrkum vegi. Tað er, sum tær ongantíð fáa nakran enda.

Men tað gera tær. Gud letur ongantíð sítt barn enda í mótloysi. Sólin rísur aftur av nýggjum.

Fyri nøkur hendir tað ikki fyrrenn í ævinleikanum, men tey flestu førir Gud út í opið land longu her á jørð.

“Men vit vita, at allir lutir samvirka til góða hjá teimum, sum elska Gud, teimum, sum eftir ráðagerð hansara eru kallað. Er Gud við okkum, hvør er tá ímót okkum?” (Róm 8,28 og 31)