Guds æviga ráðagerð

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Kosið eg havi mær kong mín á Zion, mínum heilaga fjalli.” Greina vil eg frá ráðagerð, Harrin segði við meg: “Sonur mín ert tú, í dag havi eg føtt teg; heit á meg, og eg gevi tær heidningafólk í arv og í ogn jarðarríkið alt” (Sl 2,6-8).

2. sálmur í Gamla testamenti kann tykjast loyndarfullur at lesa, men hann snýr seg allur um Messias.

Í sjeynda versi lesa vit um Guds ævigu ráðagerð. Tann tríeindi Gud í Himli ráddi av, at Sonurin skuldi verða føddur inn í henda syndafulla heim fyri at seta menniskjað í frælsi frá tí uppreistri, sum tað sjálvt hevði gjørt móti skapara sínum. Í Efesusbrævinum skrivar Paulus, at henda ætlan varð løgd, longu “áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur”; tað er áðrenn menniskjað varð skapað (Ef 1,3-14). Longu tá útvaldi Gud okkum í Kristi, syni sínum, at vit skuldu vera Guds børn.

Hesin salvaði Harrans (2. vers), tað er Messias, Guds egni sonur, skuldi vera kongur við hásæti í Jerusalem, heimsins nalva, men ríki hansara skuldi fevna yvir øll heimsins fólk. Eisini okkum heidningar (ikki-jødar) í Føroyum í 2019.

Tað var altso eingin panikkloysn, tá Gud frelsti meg og teg við at ofra son sín fyri allar okkara syndir. Tað var Guds æviga ráðagerð, sum hann ferð eftir ferð avdúkaði brotpartar av fyri fólki sínum. Og sum hann síðani sjálvur framdi, frá byrjan til enda. Vit halda jól fyri at hátíðarhalda, at hann veruliga setti alt hetta í verk. Tí so elskar hann okkum veruliga nógv! Meira enn vit nakrantíð skilja!

Takk Gud, fyri Jesus!