Guds boð og mannaboð

Skrivað: Annika Osvaldsdóttir Sørensen

Fariseararnir á Jesu døgum royndu ofta at finna okkurt, sum teir kundu taka Jesus fyri. Í Markusi 7,1-23 lesa vit um, hvussu teir finnast at, at lærusveinar hansara ikki tváa sær um hendurnar, áðrenn teir eta, sum annars var fedra siður farisearanna og jødanna. Jesus gevur teimum hetta svarið: “Beint hevur Jesaja profeterað um tykkum, tykkara falsarar, soleiðis sum skrivað stendur: “Hetta fólkið ærir meg við vørrunum; men hjarta teirra er langt burtur frá mær. Men til einkis dýrka tey meg, tá ið tey læra lærdómir, ið eru mannaboð.” Tit skoyta ikki Guds boðum, men halda fast við mannasiðir.”

Hetta eru hørð orð, Jesus gevur teimum. Ella eg kundi eisini sagt okkum. Vit kunnu ofta hava ein rættiliga fyltan gerandisdag, har vit ofta ikki hava stundir til Guds; ikki stundir til at biðja, lesa og at liva saman við Gudi. Vit kunnu eisini kalla tað verðsliga, sum vit fylla okkara gerandisdag við, fyri mannaboð ella mannasiðir. Halda vit mannaboð og -siðir fram um Guds boð?

Vit vilja gera og náa alt tað sama, sum heimurin ger, og so hava vit okkara andaliga lív og tænastu aftrat. Trúgvandi eru altso í enn størri vanda fyri at verða strongd enn vanligi føroyingurin, tí at vit hava uppaftur meiri, vit ikki náa. Aloftast er tað tann andaligi parturin, ið liggur eftir. Paulus sigur, at hitt góða, sum eg vil gera, tað geri eg ikki, men tað ringa, sum eg ikki vil, tað geri eg (Róm 7).

Tí er tað, at vit mugu seta okkum fyri fyrst og fremst at náa at gera tað góða! Um vit ikki leggja okkum tíðina til rættis, fer tíðin bara, og vit náa ikki tað, sum vit vilja. Vit náa bara tað, sum vit seta okkum fyri!

Tíbetur kunnu vit eisini biðja Gud um at hjálpa okkum til at fylgja sær, og at gera eftir hansara vilja og boðum.
Alt er møguligt í honum, sum ger meg sterkan! (Fil 4,13)