Guds kraft
“Støðugt skal Harrin leiða teg og metta teg í oyðisondum; hann gevur tær kraft av nýggjum, tú verður sum vatnríkur aldingarður, sum kelduvað, har vatnið ongantíð trýtur.” (Jes 58,11)
Sum menniskju kenna vit okkum innímillum máttleys, móð og uppgevandi. Tað kann vera so nógv í okkara lívi, sum ikki er, sum vit høvdu ynskt tað. Vit uppliva ymiska mótgongd í lívinum. Tað kennist tungt! Tá er tað vælsignað at eiga Guds ríku lyfti, ið verða givin okkum ígjøgnum orðið. Gud lovar at verða við okkum, leiða og metta okkum. Hann gevur okkum kraft av nýggjum, hvønn tann einasta dag. Hvussu kunnu vit verða leidd og mettaði og fáa nýggja kraft? Jú, við at lesa í orðinum, biðja til Hann og lata okkum fylla og leiða av heilaga andanum hvønn dag. Í mær sjálvum orki eg onki, men í Honum, sum ger meg sterkan, orki eg alt (Fil 4,13) Hvat er tað ikki gott at kunna hvíla í hesum. Eg eigi ein faðir í himli, ið elskar meg og ynskir at geva mær alt tað, ið eg havi tørv á hvønn dag. Hann sparir ikki uppá nakað, men gevur í yvirflóð, ja, tú verður sum vatnríkur aldingarður, sum kelduvað, har vatnið ongantíð trýtur. Takk faðir!
Amen!