Guds ráð við tær

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Men fariseararnir og hinir lógkønu gjørdu Guds ráð við teimum sjálvum til einkis…” (Luk 7,30)

Gud skapti okkum øll við tí ætlan, at vit skulu hava samfelag við hann. Men syndafallið oyðilegði hetta samfelagið. Men við at lata Sonin taka allar syndirnar hjá okkum øllum á seg, gjørdi tann tríeindi Gud samfelagið okkara millum møguligt aftur.

Guds ráð er, at eg og tú og øll menniskju taka ímóti tí frelsu, sum Jesus bjóðar okkum fyri einki, og støðugt halda okkum til hansara. Tað er enn í dag hansara ætlan við okkum.

Men Gud noyðir ongan at hava samfelag við seg, tí kunnu vit vraka frelsuna í Jesusi. Men harvið gera vit Guds ráð við okkum sjálvum til einkis. So ganga vit okkara egnu leiðir, bæði nú og í ævinleikanum.

Ger ikki Guds ráð við tær til einkis, men kom til Jesus! Tað er frælsi – satt frælsi!