Guðs sendistova

Skrivað: Amy Boucher Py
Týtt: Ernst Súni Magnussen

Men tá ið tú gert gestaboð, tá bjóða fátækum, kryplum, høltum og blindum; og tá skalt tú verða sælur, tí at teir hava einki at geva tær afturfyri; men tað skal verða tær afturgoldið, tá ið hini rættvísu rísa upp (Luk. 14, 13-14).

Bíbliu lesnaður til dagin: Luk. 14:7–14

Ludmilla, ein 82 ára gomul einkja, hevur lýst heim sítt, í Kekkiska tjóðveldinum, at vera ein sendistova hjá himmiríki. Hon sigur: “Mítt heim er ein longdur armur úr Kristusar kongsríki”. Hon tekur blídliga ímóti fremmandum og vinum, sum líða og tørva. Viðhvørt so bjóðar hon mat og eina song – altíð við einum samkennandi og biðjandi anda. Hon lítur altíð á íblástur frá heilaga andanum at hjálpa henni at taka sær av teimum vitjandi. Hon gleðist um, hvussu Guð svarar bønum teirra vitjandi.

Mótsætt av tí átrúnaðarliga leiðaranum, sum Jesus át eina máltíð hjá hesa sabbatshvílu, so tænir Ludmilla Jesusi við at lata heim sítt upp við einum opnum hjarta. Jesus segði við hendan lóglæraran, at hann átti at bjóða ” fátækum, kryplum, høltum og blindum” inn í heim sítt og ikki teimum, sum kundu løna honum aftur
(Luk. 14,13).

Meðan Jesu orð sipa til, at farisearin av berum stoltleika bjóðaði Jesusi til eina máltíð (v.12), so bjóðar Ludmilla í dag fólki inn í hennara heim, so hon kann vera eitt amboð hjá Guði við kærleika og vísdómi frá honum. Ludmilla sigur: ”at tæna øðrum í eyðmjúkleika er ein máti at vera eitt umboð fyri himmiríkið”.

Líkamikið um vit kunnu bjóða fremmandum eina song ella ikki, so kunnu vit upp á ymiskar mátar royna at nøkta tørvin hjá øðrum fram um okkara egna og brúka okkara skapandi evnir. Hvussu kunnu vit í dag vera ein longdur armur úr Guðs ríki har vit eru?

 

Skrivað hevur Amy Boucher Pye, umsett av Ernst Súna Magnussen, við loyvi at umseta og útgeva elektroniskt frá Our Daily Bread Ministries®, Grand Rapids, MI, 49512, USA. Víðari útgevan ella at leggja út á aðrari heimasíða ella sosialum miðlum er bannað. Uppruna enska útgávan kann finnast á
https://odb.org/US/2022/03/31/gods-embassy