Hann er bót fyri okkara syndir

Skrivað: Tórleivur Atlason Rasmussen

“Og hetta er tann boðskapur, sum vit hava hoyrt av honum og boða tykkum, at Gud er ljós og at myrkur als ikki er í honum. Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan. Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum. Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum.

Børn míni! Hetta skrivi eg til tykkara, fyri at tit ikki skulu synda. Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa, og hann er bót fyri syndir okkara; tó ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndirnar í øllum heiminum. (1 Jóh 1,5 – 2,2)

 

Her lesa vit, at vit ikki kunna ganga í myrkrinum og samstundis hava felagskap við Gud. Tað stendur í vers 6, at um vit siga, at vit hava felagskap við Gud, men ganga í myrkrinum, so lúgva vit. Ganga vit í ljósinum, hava vit felagskap við Gud. Gud er ljósið, og har er onki myrkur í honum. Bíblian fortelur okkum, at vit eru syndarar, og um vit siga, at vit ikki hava synd í okkum, gera vit Gud til ein lygnara.

Vit lesa, at um vit ganga í ljósinum – liva í einum uppgjørdum forholdi við hann – tá reinsar Jesu blóð okkum frá syndum okkara. Og játta vit syndir okkara, so hava vit eitt lyfti frá honum um, at tá er hann trúfastur og rættvísur og fyrigevur okkum syndir okkara og reinsar okkum frá allari órættvísi.

Tá Jesus doyði á Golgata, doyði hann fyri allar heimsins syndir. Alla synd, sum er í hjartadýpinum. Hann doyði ikki bara fyri tey, sum livdu tá, men eisini fyri okkum í dag. Framavegis er lyftið frá Jesusi galdandi. Hann tók revsingina á seg fyri okkum. Í 2. Kor. 5,21 stendur: ”Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guds rættvísi í honum.” Jesus var syndafríur og kom inn í heimin til okkum sum eitt menniskja undir okkara korum og doyði fyri okkum. Hann er bót fyri okkara syndir.

Tað er gott at lesa, at tá vit snáva, so kunnu vit venda okkum til okkara talsmann, sum er hjá Faðirinum fyri júst okkum. Hann er trúfastur. Gud vælsigni teg til at liva í einum uppgjørdum forholdi við okkara Faðir.