Hann er mentur
“..honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum” (Ef 3,20)
Hetta er eitt fantastiskt ørindi at venda aftur til, tá alt virkar vónleyst! Gud er mentur at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja!
Hetta er ótrúliga týdningarmikið at minnast til í okkara gerandisdegi saman við Gudi, serliga tá tað kemur til bøn og forbøn. Tá vit biðja fyri okkum sjálvum og øðrum, kann tað oftast kennast sum, at tað ikki ger nakran mun, at vit biðja, vit síggja onga broyting. Vit eru ofta ágrýtin fyrstu tíðina, men so dalar áhugin, tí vit gerast ótolin og orka ikki at bíða eftir úrslitinum, ella vit missa vónina, um at okkurt fer at henda. Tá er hetta so gott at lesa: Gud er mentur!
Vit skilja ikki altíð tað, sum Gud ger, og vit fáa ikki altíð tað, sum vit ynskja okkum ella biðja um, men Gud ynskir bara tað besta fyri okkum, og hann veit betur enn vit, hvørjum vit veruliga hava brúk fyri – og hann er mentur at geva okkum tað.