Hann skal vera ævigur kongur

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Ljónshvølpur er Júda... Kongastavurin skal ikki víkja frá Júda og veldissprotin ikki frá fótum hans, til hann kemur, sum stavin skal hava, og sum tjóðirnar skulu lýða (1 Mós 49,9-10).

Í elli síni vælsignar Jákup sínar 12 synir og profeterar um framtíð teirra. Ein av teimum er Júda, og í versinum omanfyri profeterar pápin, at eftirkomarar Júda skulu vera kongaætt í Ísrael. Men ikki bara tað: Tað skal vera kongaættin, líka “til hann kemur, sum (kongs)stavin skal hava og sum tjóðirnar skulu lýða”.

Tað er spennandi at lesa fram ígjøgnum Gamla testamenti, hvussu Gud støðugt avdúkar meira og meira um hann, ið skal koma. Einstøku profetiini siga ikki alt, men geva hvør sína brotmynd; men sum frá líður, verður myndin alt meira fullfíggjað. Ein táttur í hesum er, at Messias ikki einans skal ráða yvir brøðrum sínum (eftirkomarunum hjá hinum synunum hjá Júda), men eisini yvir heimsins tjóðum.

Tí Júda er ljónshvølpur, og leyvan er tann sterkasta, ið ræður yvir hinum. Og um eftirkomara Júda hoyra vit aftur í síðstu bók í Bíbliuni: “Grát ikki! Sí, sigrað hevur leyvan av ættargrein Júda, rótskot Dávids, so at hann er førur fyri at lata upp bókina og tey sjey innsigli hennara” (Opb 5,5).

Tað er gott, at hesi valdsharrin ikki er sum allir hinir harðrendu valdsharrarnir í heimssøguni. Jesus Kristus stýrir við friði, rættvísi og miskunn. Tað gjørdi hann á foldum, og tað ger hann enn í 2021 og um allar ævir.