Aftur til forsíðu

Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni

Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni

Skrivað: Olga Johannessen

23. sálmur. Hesin sálmur hevur havt stóran tydning í lívi mínum ta seinastu tíðina. “Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni”.

Hetta er so ómetaliga trygt at vita. Tá vit kenna tað, sum at alt rundan um okkum ridlar, og tað sær út, sum um at Gud er so langt burtur, so kemur hann við hesum avbera góðu orðunum.

Vit hava onga grund til at kenna okkum einsamøll, tí Harrin er við okkum hvønn dag. Ja, hann sigur eisini við okkum, at tá vit kenna okkum mest einsamøll, tá tekur hann sær av okkum á ein serligan hátt. Í svárastu neyð okkara stendur hann beint við okkara lið.

“Hann sál mína lívgar, fyri navn sítt meg beinir á rætta leið. Gangi eg í dimmum dølum, onki ilt eg óttist. Tí tú ert við mær.”

Hetta eru so avbera rík lyfti til tín og mín. So er tað bert upp til tín og mín at taka hesi orð til okkara. Eisini í dag.

Takk Gud fyri tína stóru umsorgan fyri mær hvønn dag.

A+