Harrin hevur ein boðskap til tín í dag

Skrivað: Jonleif Danielsen

“Og Sámuel svaraði: “Tala, tí at tænari tín hoyrir” (1. Sám 3,11).

Gud er almáttugur. Hann kann gera alt, soleiðis sum hann vil tað, og hann kann tala til okkara uppá hvønn máta, hann so vil. Hann kann skriva ein boðskap á himmalin til tín, hann kann flyta fjøll fyri teg, hann kann teska ein boðskap í oyruni á tær, og hann kann senda einglar at tala til tín.

Men sum oftast brúkar hann aðrar mátar at tala til okkum. Men eru vit opin fyri honum? Vilja vit lurta eftir honum?

Ofta hoyrir ein um fólk, sum gevast at lesa í Bíbliuni, tí at tað er so torskilt ella strævið at lesa. Men tá vit gera tað, lata vit dyrnar aftur fyri einum ótrúligum dýrgripi. Tað er jú har, at Harrin fyrst og fremst talar til okkum og fortelur okkum um sín stóra kærleika til okkara. Tað er jú har, at vit læra meir um Harran, um okkum, og um alt tað ótrúliga, hann hevur gjørt fyri okkum. Tað er jú har, vit lesa um, hvussu nógv hann elskar okkum.

Í dag hevur Harrin ein stóran boðskap til tín. Boðskap um kærleika og um vón. Boðskap um frelsu til ein og hvønn, sum trýr á Jesus og hansara fullgjørda verk. Men lat okkum í dag siga sum Sámuel. Lat okkum siga ”Tala, tí at tænarin tín hoyrir” og so lata okkara bíbliu upp og hoyra hansara lívgandi orð til okkum í okkara støðu.