Hava øll fingið boðini?
Í vikuni var ein spontan lovsongsløta á Toftum. Eg sá boðini 15 minuttir áðrenn hon byrjaði, og tað tók mær 30 minuttir at koyra til Toftir. Eg kom 15 minuttir ov seint, men eg náddi kortini nógvar sangir og vitniløtuna. Vitniløtan byrjaði, og eingin reisti seg. Eg sat og hugsaði um, hvussu fá sótu inni í salinum, í mun til, hvat eg hevði væntað. Hetta bleiv ein stórur vitnisburður fyri mær.
Eg sá boðini, og hugsaði, ”tað byrjar skjótt, eg drøni avstað!”. Onkur annar hevur kanska hugsað, ”gott er, eg eri ov sein/ur kortini”. Og aftur onkur annar hevur slett ikki sæð boðini.
Summi fólk hoyra gleðiboðskapin og hugsa, ”ja! Eg vil trúgva hasum, og verða við tann eina dag”. Onnur hoyra gleðiboðskapin og hugsa, ”nei, eg eri so langt vekk, tað er eingin møguleiki hjá mær at venda aftur til Jesus”. Og restin hevur slett ikki hoyrt gleðiboðskapin.
”Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar” (Matt 28,19a) Jesus vil hava øll við. Øll mugu fáa møguleikan at velja, og tað eru vit, sum mugu geva teimum boðini. Vit mugu fortelja og vitna, so øll kunnu koma við.
Góði Gud, lat meg ikki skammast við gleðiboðskapin. Hjálp mær, at tað ikki eri eg, sum eri orsøkin til, at onkur stendur eftir.