Heilsan frá Jóhannes

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Eg skrivi til tykkum, børn míni, av tí at syndir tykkara eru tykkum fyrigivnar fyri navns hansara skuld. Eg skrivi til tykkara, tit fedrar, av tí at tit kenna hann, sum er frá upphavi. Eg skrivi til tykkara, tit ungu, av tí at tit hava vunnið sigur á hinum illa” (1 Jóh 2,12-13).

“Børn míni” fevnir um alt kirkjuliðið, sum hin gamli ápostulin vitnar. Síðan hevur hann eitt serstakt orð til hvønn av teimum eldru og yngru aldursflokkunum.

“Hann, sum er frá upphavi,” sum Jóhannes rósar teimum eldru fyri at kenna, er Jesus, soleiðis sum sungið verður um hann í einum av teimum elstu sálmunum (Jóh 1,1): Í fyrstuni var orðið – og hetta orð, Guds ja til okkum skapningar, varð hold og tók bústað okkara millum.

Kenni eg hann? Jú, Gud havi lov, eg havi sæð hann sum frelsara mín; eg veit, at hann livir, at hann gongur í forbøn fyri okkum. Hevði ynskt, at eg kendi hann nógv betri, kent hansara uppreisnarkraft og samfelag í líðingum hansara. Tað er tað seinasta, ið bíðar okkum. Stutt, áðrenn pápi mín doyði, segði hann: “So mong ár havi eg kent hann, prædikað um hann; og nú haldi eg, eg havi tað, sum kvinnan við blóðsótt segði, at fái eg einans rørt við faldin á klæðum hansara.”

Kanska tey ungu hava verið bilsin yvir tey lovorð, tey fingu. Tey vistu kanska als ikki, at tey høvdu vunnið sigur á tí ónda. Tey vistu kanska bara, at tey stóðu í beiskum stríði móti honum, tí sigurin stendur í at geva seg treytaleyst Harranum í hendi, sum doyði og reis upp frá deyðum til tess at gera hann máttleysan, ið hevur deyðans veldi, djevulin.

Sigurin stendst av at geva seg yvir. At kenna Jesus, tað er at siga saman við gomlu bønini, ið lisin verður í føstuni og langa fríggjadag: “Vit takka tær, tú góði Heilagi Andi, at tú hevur givið okkum í hjørtu okkara ta trúgv, at vit einki annað vita okkum til sælu uttan hin krossfesta Jesus Krist.”

Tí bert Guds sanna barnið kann,
rópa av hjartans bøn til hann,
nevna hann faðir og Harra.
(SB 386)