Heit á Jesus

Skrivað: Gudný Johannessen

Jesus hevur verið ein partur av mínum lívi, alt tað eg minnist. Eisini er hann vorðin ein størri og størri og meir natúrligur partur fyri meg, og eri eg sera takksom fyri, at hann hevur bjargað mær.

Tað verður ofta tosað um, hvussu Jesus tekur allar byrðar á seg. Og í seinastuni eri eg byrjað at síggja hetta frá einum nýggjum sjónarhorni. Vit trúgvandi kunnu veruliga leggja alt í hansara hendur. Áður havi eg ofta stúrt fyri eitt nú útbúgving og framtíð. Men tey seinastu árini havi eg bara lagt alt í Harrans hendur, og tá veit eg, at tað ikki kann ganga galið. Hetta er ein ómetaliga góð troyst, tað at ganga og vita, at Gud hevur ábyrgdina. Og tí haldi eg, at tað tykist løgið, at fólk velja at útihýsa Gudi, tá tað kemur til stúranir, avgerðir og vegamót: Gud tekur rættar avgerðir. Hann sær framtíð okkara, og hann veit, hvat er best fyri okkum. Tí vil eg bert heita lesaran á at leggja sínar byrðar á hann, tí hann orkar at bera tær.