Heldur tú fast við Guds orð um gleðiboðskapin?

Skrivað: Torgeir Petersen

“Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og ævir ikki síggja deyðan” (Jóh 8,21).

Tá ið Jesus her talar um sítt orð, meinar hann ikki við lógina. Tí at lógarinnar orð kann eingin halda. Lógarinnar orð drepur, sigur Paulus í Rómverjabrævinum 7,11.

Jesus talar her um trúarinnar orð, ella við øðrum orðum gleðiboðskapin. Gleðiboðskapurin um, at Jesus er deyður fyri allar okkara syndir. Gleðiboðskapurin um, at vit, ið hava sett okkara álit á hann, ikki skulu smakka djevulsins vald. At vit ikki longur eru undir lóg, men undir náði. Gleðiboðskapurin um, at vit ikki eins og fariseararnir skulu uppnáa frið við Gud gjøgnum góðar gerningar, men gjøgnum Jesu blóð og einki annað hava frið við Gud.

Ert tú kanska ein av teimum, sum roynir at halda lógina? Sum einans hvílir í trúnni, tá ið tað gongur væl andaliga? Sum mátar tín andaliga temperatur, alt eftir hvussu tú hevur tað við Jesus fyri tíðina?

Sært tú, um tú livir eitt líknandi lív við Gud, líkist tú einum fariseara. Tí so hvílir tín trúgv á tínum egnu gerningum, og ikki á tí fullgjørda verkinum, sum Jesus gjørdi fyri teg á Golgata. Tað er hetta, sum Paulus skrivar um í Rómverjabrævinum 7,11: Lógarinnar orð drepur.

Heldur tú einans fast við lógarinnar orð, ert tú á skeivari leið. Tí Jesus biður teg halda fast við tey orð, sum eru skrivaði í Bíbliuni, at Jesus hevur gjørt alt fyri teg. Tá eg sigi alt, meini eg við, at ein dag verða tað einans orðini um Jesu fullgjørda verk á Golgata, sum hava týdning, og tá skulu hesi orð gera av, hvar tú skal brúka ævinleikan.

  • Gud hjálpi okkum at halda fast við Guds orð um gleðiboðskapin, at Jesus lat sítt blóð renna í okkara stað og keypti okkum undan banning lógarinnar – ja, keypti okkum til eitt lív saman við sær í allar ævir.