Hetta-eigi-eg-lyndi

Skrivað: Suffía Nón

Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann: “Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?” (Jóh 6,8-9).

Bíblian sigur, at vit skulu verða eins og børnini, og frásøgnin um, tá ið Jesus mettar meira enn 5000 menniskju, er eitt gott dømi um hetta. Meðan vit lesa hesa frásøgnina, er tað týdningarmikið at minnast til, at tað ikki er ein vaksin, men ein smádrongur ið kemur til Jesus við teimum fimm byggbreyðunum og tveimum fiskunum.

Hesin gávumildni smádrongurin kundi tað sama sagt: ”Hetta er mítt breyð og mínir fiskar. Eg vil hava tað fyri meg sjálvan og ynski ikki at deila. Hini fólkini kunnu bara syrgja fyri at hava sín egna mat við”.

Nei, hesin smádrongurin gav. Við sínari óspiltu barnatrúgv, gav hann alt tað, hann átti; tí Jesusi tørvaði tað.

Av tí at hesin smádrongurin var hugaður at geva, kundi Jesus metta yvir 5000 menniskju.

Vit mugu vera eins og hesin smádrongurin og sleppa okkum av við ”hetta-eigi-eg-lyndi”. Vit mugu læra okkum at verða meira røsk til at deila tað, vit eiga við okkara medmenniskjum.

Hjá Jesusi er einki ógjørligt, og hann hevði uttan iva kunnað metta øll hesi menniskju á annan hátt, um nú smádrongurin bara hugsaði um, hvat var hansara og ikki vildi deila. Men so hevði smádrongurin ikki verið ein partur at hesum fantastiska undurverkinum. So hevði hann mist hesa signing frá Gudi.

Hugsa um ”hetta-eigi-eg-lyndi”. Hvussu ofta man Gud ikki hava roynt at vælsigna bæði teg og onnur; men tú gáaði tí ikki, tí tú hevði úr at gera við at leggja dent á, hvat er títt? Í roynd og veru gevur tað onga meining at undirstrika, hvat er mítt og hvat er títt. Tí, tá ið samanum kemur, eigur Gud jú alt.