Hevur tú funnið ta dýrabarastu perluna?

Skrivað: Øssur Kjølbro

"Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana" (Matt 13,45-46).

Hvør sóknast ikki eftir vøkrum perlum? Eftir lutum, sum kunnu geva lukku? Ella eftir meining við lívinum? Eftir svarum til teir stóru spurningarnar?

Keypmaðurin í líknilsinum hjá Jesusi fann eina perlu, sum var so dýrabar, at hann seldi alt hitt, sum hann átti, so at hann kundi keypa hesa. Allar hinar perlurnar, sum hann átti frammanundan, mistu brádliga virði og vóru ikki so dýrabarar longur afturímóti hesari.

Dýrabara perlan, sum Jesus tosar um, er gleðiboðskapurin um Jesus sjálvan, sum hevur ofrað alt fyri okkum! Givið sítt lív fyri at bjarga okkum og risin upp fyri okkara skuld!

Finna vit hesa perluna, gerst hon so dýrabar fyri okkum, at alt hitt, sum vit eiga, missir sín absolutta týdning.

Jesus kallar okkum eisini til at seta alt annað í lívi okkara afturum, so at frelsan og gleðiboðini gerast tað eina ómissandi í okkara lívi!

Vit nútíðar materialistar mugu viðganga, at hetta er ein stór avbjóðing, sum vit ongantíð blíva heilt liðug við. Tí kunnu vit gleðast um, at Jesus segði eisini: “Søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt!” (Matt 6,33)