Aftur til forsíðu

Himmalski GPS’arin

Himmalski GPS’arin

Skrivað: Judith Johannessen

“Eg vil teg læra og vísa tær vegin, tú skalt ganga, eg vil hava eyguni eftir tær” (Sálm 32,8)

Vit kundu ofta ynskt okkum, at vegurin gjøgnum lívið og heim til Gud, var meira líka til og beint fram. Uttan upp og niðurtúrar. Uttan forðingar á vegnum. Uttan at taka skeivar avgerðir. Uttan sorg.

Tó – vita vit øll, at soleiðis er ikki.

Vit kunnu samanbera tað við ein GPS’ara. Tá túrurin byrjar, tasta vit rutuna inn og velja skjótasta og lættasta veg fram til okkara mál/destinatión. Men tað er ikki eitt garanti fyri, at vit ikki kunnu koma til at taka skeiva avkoyring ella velja skeivan veg út úr einari rundkoyring – ella hvat tað nú kundi verið. So finnur GPS’arin ein nýggjan veg til okkara mál. Tað kann verða, at hesin vegurin er sindur longri og knorkluttari, men vit fáa eina nýggja rutu og koma á mál hendan vegin eisini.

Vit kunnu eisini koma út fyri, at GPS’arin sigur “ger eina u-vending!” Tá er simpulthen eingin annar vegur enn at venda totalt um. Tá eru vit simpulthen á skeivari leið.

Vit kunnu av óvart taka skeivar avgerðir her í lívinum. Okkurt kann henda okkum, sum kollveltir okkara lív. Vit kunnu uppliva sorg, svik og ótta. Men um vit venda okkum til Gud og lova honum inn í umstøðurnar – tá er Gud altíð har, klárur at vísa tær vegin. Hann gevur tær ein nýggjan veg at fylgja og eina nýggja rutu heim til hann.

A+

Trúboðin er ókeypis

...men arbeiðið verður fíggjað við sjálvbodnum gávum.
Dámar tær væl at lesa Trúboðan? So vilja vit fegin spyrja teg, um tú vilt stuðla Trúboðanum.