Hin dýrabara perlan
”Uppaftur er himmiríkið líkt einum keypmanni, ið sóknaðist eftir vøkrum perlum. Og tá ið hann fann eina sera dýrabara perlu, fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hana.”
Matt.13,45-46
”Jú,” segði prestur, ”men lat okkum hoyra, bróðir tygara var ein heldur ungur maður, ikki so?”
”Jú, tað var hann.”
”Og hann hevur arbeitt nógv í 20 ár?”
”Jú, tað hevur hann.”
”Hvat fekk hann burtur úr lívinum?”
”Jú, hann legði eftir seg ein vælhildnan garð, væl av peningi í bankanum og 10.000 kr. Í lívstrygging.”
”Ja, tað er, hvat tygum hava fingið burtur úr lívi hansara; men hvat fekk hann sjálvur burtur úr lívinum?” spurdi presturin.
Tá tagdi bróðurin.
Tað er ein veruleiki, at mong menniskju løgdu nógv eftir seg her á foldum, sum arvingarnir kundu klandrast um, so teir gjørdust fíggindar restina av lívinum, ti at ein fekk tann sofakoddan, ein annar hevði ætlað sær. Tey løgdu eftir seg nakað, ið gjørdi hinum lívið trupult. Men hvat fingu tey so sjálv burtur úr lívinum?
Sannleikin er tann, at tað finst grípur her á fold, sum aldri missir virði; tað er gripur, sum verður rættur okkum úr erva, frá lívsins Gudi gjøgnum Jesus Kristus, og henda gripin kunnu vit hava við yvir um forhangið.
Tað eru andaligir gripir, sum aldri missa virði sítt, og hava víst seg nóg sterkar bæði til at liva og doyggja uppá. Keypmaður, sum fór út at leita eftir dýrabarari perlu, fann hana og fór so og seldi alt, hann átti, og keypti hana. Henda perlan eitur fyrigeving syndanna, hon ber bæði gjøgnum lív og deyð. Hon kann ikki leggjast eftir til onnur.
Uttan hesa perlu er lívið til onga nyttu – tí alt má leggjast eftir her.
A.J