At fyrigeva er neyðugt

„og fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara; “
Matt.6,12

 

 

Í einari viðtalu við Pouline Hubbert í God Channel greiddi hon frá, at hon ferðaðist kring alt USA og prædikaði um fyrigeving.

 

Vit vita, at Jesus legði stóran dent á fyrigevingina. Ein av bønunum í Faðirvár er: “… fyrigev okkum syndir okkara, soleiðis sum vit eisini fyrigeva teimum, sum móti okkum synda.” Jesus undirstrikaði hetta í líknilsinum um hin skuldabundna tænaran (Matt. 18,21-35). Tann, sum ikki vil fyrigeva hesumegin, fær ikki fyrigeving sjálvur hinumegin. Tað er sum at saga ta greinina av, sum tú situr á. Sjálvur gekk Jesus undan við einum góðum fyridømi og vísti okkum, hvussu tað eigur at vera, tá ið hann á krossinum bað: “Faðir, fyrigev teimum, tí teir vita ikki, hvat teir gera.”

 

Pouline plagar at siga, at tá ið tú fyrigevur, gevur tú tær sjálvum eina gávu. Um vit liva við einum ófyrigevandi anda, veksur ein beiskleikarót upp í hjartanum og eitrar likamið, so vit gerast sjúk.

 

Hon lýsti hetta við fleiri dømum úr síni tænastu, m.a. greiddi hon frá einari 26 ára gamlari kvinnu, sum kom fram, eftir at Pouline var liðug at tala.

 

“Vilt tú biðja fyri mær?” spurdi konan. “Eg hati míni foreldur. Tey vóru so ónd og oyðiløgdu míni barnaár.”

 

“Ja, eg skal biðja; men tú mást fyrigeva.”

 

“Tað kann eg ikki,” segði konan, “tí eg føli einki inni í hjartanum.”

 

“Fyrigeving er ikki bygd á kenslur, men upp á viljan. Tú mást taka eina avgerð uttan mun til, um tú følir nakað ella einki. Tú mást velja at fyrigeva.”

 

“Nei, tað ber ikki til, tí bæði míni foreldur eru langt síðani deyð og liggja úti á kirkjugarðinum.”

 

“Tað hevur einki við tað at gera,” segði Pouline, “tí tú ert á lívi. Tað er tú, sum skal taka avgerðina og siga hart við tínum munni: Eg vil fyrigeva.”

 

Hetta gjørdi konan so, og Pouline tók um báðar hendur hennara, blundaði og fór at biðja. Hon merkti skilliga, hvussu illa konan ristist.

 

Tá ið hon segði amen og hugdi upp, sá hon, at fingrarnir á konuni høvdu rætt seg út. Teir vóru kropnaðir frammanundan. Teir høvdu eisini verið uppsvølpaðir, nú var alt tað hovna farið.

 

Minnist tú, nær tað var, at Gud vendi lagnu Jobs? Tað var, tá ið hann hevði biðið fyri vinum sínum. Teir høvdu ikki verið serliga høviskir móti honum. Men eftir bønina fekk hann alt tvífalt aftur. Tú sært, at tá ið vit ikki spæla særd, men velja at fyrigeva, so útloysir tað nakað.

 

Tað hevur nevniliga stóran týdning bæði upp á ein og annan máta, at vit fyrigeva. Tá fáa vit fyrigeving sjálv, og hana tørvar okkum sanniliga. Tann einasta, vit revsa, tá ið vit ikki vilja fyrigeva, er okkum sjálv. Velja vit at fyrigeva, seta vit “fangan” í frælsi, og “fangin” eru vit sjálv. Vit hava bundið okkum í “beiskleikans-leinkjur”, og eitrað likamið og súrgað tilveruna bæði fyri okkum og okkara familju við einum ófyrigevandi anda.

 

Pouline Hubbert tosar av royndum. Hon misti sonin, tá ið ein rúsdrekkaførari koyrdi á hann.

Effie Campbell