Sorgin so stór
„Atferð tykkara veri uttan peningaágirnd; verið nøgdir við tað, sum tit hava! Tí at hann hevur sagt: »Eg skal als ikki sleppa tær, og á ongum sinni fara frá tær,« “
Hebr.13,5
Asbjørn Kvalbein segði nakað soleiðis í einari andakt: Størsta sorgin hjá foreldrum man vera hon, tá ið tannáringarnir vísa kærleikan hjá foreldrunum frá sær, kvetta við tey og fara út í hitt villa lívið. Ein pápi segði soleiðis: “Tað er so langt síðani, at sonurin rýmdi heimanífrá, so nú kenni eg hann ikki longur!” Ein annar pápi segði: “Eg fór inn á kamarið hjá soni mínum. Beinanvegin eg læt hurðina upp, slerdi alkoholdeymurin ímóti mær. Sonurin lá fráfallin í songini, men niðri við songarstokkin lá mamma hansara á knæ. Hon lá og kíndi honum um hárið. So vendi hon sær við táravátum eygum móti mær og segði: “Hetta er einastu ferð, at eg sleppi at vera góð við hann. Tá ið hann er edrúur, vil hann ikki, at eg skal nærkast sær.”
Ein prestur hevði eisini ta sorg, at annar sonurin fór út í villa lívið. Hurðin til barnaheimið stóð altíð opin fyri dreinginum. Ferð eftir ferð fyrigav pápin honum og stóð við opnum ørmum og tók ímóti honum. Hin sonurin í húsinum segði ein dagin argur við pápa sín: “Var hatta sonur mín, so syfti eg hann út!” – “Ja, tað hevði eg eisini gjørt. Men nú er hatta ikki sonur tín. Hatta er sonur mín!” Gud hevur eisini stóra sorg í hjarta sínum um síni burturvilstu børn. Nógvir synir og nógvar døtur hansara eru burturvilst. Hvussu langt er tað síðani, at tú hevur havt samband við tín himmalska Faðir? Honum leingist at hoyra frá tær. “Sum ein faðir er mildur móti børnum sínum, so er Harrin mildur mót teim, ið hann óttast.” (Sálm. 103,13) “Tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.” (Jóh. 6,37) “Eg skal als ikki sleppa tær og á ongum sinni fara frá tær.” Hebr. 13,5. “Um tú søkir Harran, vil hann lata teg finna seg.” (1. Krýn. 28,9) Effie Campbell
Edvard Poulsen

