Harrin brúkar tann, Hann vil
„So sigur Harrin við salvaða sín, við Kýros, sum eg havi tikið í høgru hondina á til tess at lata tjóðirnar lúta fyri honum og loysa upp beltið av konganna lendum, so at hurðar standa honum opnar og borgarlið uttan lokur. “
Jes.45,1
Tá ið Harrin sendir arbeiðarar út, so hyggur Hann ikki eftir, um teir eru lýtaleysir og fullkomnir, tí so hevði Hann ongan funnið. Tí „Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður, “ Tað vil siga, tey hava mist dýrdina frá Gudi. (Róm. 3,23) Harrin hyggur ikki eftir, hvussu teir síggja út í dag, men Hann sær, hvat ið teir kunnu blíva til, tá ið Hann hevur lagt leirið á dreyuskivuna, at teir tá kunnu gerast til eitt brúkiligt ílat.
Harrin kallaði Ábraham. Hvat var tað fyri eitt heim, sum Ábraham vaks upp í? Eitt heiðið heim! Tara, pápi Ábrahams, dyrkaði aðrar gudar. (Jósva 24,2)
Ábraham leyg eisini! Sára og Ábraham fluttu suður í landið og búðu har sum útisetar. Men Sára var so vøkur, so Ábraham kvíddi fyri, at kongurin har fór at taka sær Sáru til konu og drepa seg. Hann fekk tí Sáru at siga, at Ábraham og hon vóru systkin. Tað var nú ”bara” ein hálv lygn, tí tey vóru hálvsystkin. Tey høvdu sama pápa, men ymsar mammur. (1. Mós. 20,12)
Ábraham verður kallaður ”trúarinnar faðir”, tí hann sýtti ikki Gudi einkarson sín, tá ið Harrin bað hann ofra hann. Men Harrin vildi bara royna Ábraham at vita, um hann elskaði seg. So steðgaði Harrin Ábrahami og vísti honum á ein veðr, sum hann skuldi ofra staðin fyri.
Gud lønti Ábrahami stórliga og segði: „Mín sáttmála geri eg millum mín og tín og avkom títt eftir teg, ættarlið eftir ættarlið, ævigan sáttmála um, at eg skal vera Guð tín og avkoms tíns eftir teg. Og eg gevi tær og avkomi tínum eftir teg land útiseturs tíns, alt Kánáanland sum æviga ogn, og eg skal vera Guð teirra.« “ (1. Mós. 17,7-8) Kýros kongur var eisini heiðin. (Jes. 45,5) Men Harrin fekk brúkt hann stórliga. Hann bygdi Jerusalem uppaftur og grundvallaði templið. Ja, Harrin sigur um Kýros: ”Hann er hirði mín; hann skal fremja allan vilja mín.” (Tað latínska orðið ”pastor” merkir ”hirði”. Í bíbilskum og kirkjuligum høpi verður tað brúkt um ein, sum hevur umsorgan fyri, verjir og leiðir meinigheitina (fylgið).)
Kýros var kongur í Persia. Hann legði Bábylon undir seg og loyvdi jødunum heim. Gud er søgunnar Gud. Hesir menn gjørdu megnarverk fyri Ísrael, og Harrin vælsignaði teir ríkiliga afturfyri. Teir vóru prikkurin, sum fullførdi tey gomlu profetiini.
Vit skilja veraldarsøguna aftureftir. Tá ið vit standa mitt í tí, er verri at síggja, hvat ið tað er, sum hendir beint nú. Harrin brúkar tann, Hann vil. Hann spyr hvørki meg ella nakran annan, hvønn Hann ætlar sær at brúka. Effie Campbell
Edvard Poulsen

