Tað ber ikki til at vera ”tómur”

„Tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, fer hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu; og tá ið hann onga finnur, sigur hann: »Eg vil venda við aftur til hús mítt, sum eg fór úr.« “
Luk.11,24

 

 

 

Fyri nøkrum vikum síðani hevði Irene eina unga kvinnu sum gest í sending síni ”Irenes bønnekrok”. Hon var ógvuliga virkin í kristiligum arbeiði og var millum annað við í stýrinum fyri Oase.

 

 

Henda konan hevði búð ein part av barnaárum sínum í Indonesia, har foreldur hennara arbeiddu sum trúboðarar langt inni í runnaskóginum (bushen). Har bar ikki til at fara inn í ein handil at keypa sær nakað. Tey vóru heilt bundin av Gudi og bóðu dagliga nógv fyri allan sín tørv.

 

 

Tá ið tey so komu aftur til Noregs, fekk henda gentan ein mentanarskelk. Hon kom heim úr skúlanum og segði, at lærarin hevði sagt, at hann var ateistur, gudloysingur. Hon visti frá tíðini í Indonesia, at tað bar ikki til! Har vóru hinduar, buddistar, kristin og andamanarar. Tað bar ikki til at vera ”tómur” innan. So tá ið fólk komu til Indonesia og søgdu, at tey vóru ateist, so var tað hitt sama, sum tú vart býttur og ikki rættsiktaður, tí tey vistu betur, hvussu hatta við andunum virkaði.

 

 

Hon visti, at annaðhvørt bað tú til Gud ella til Satan. Tað er bara ein sannur Gud til, nevniliga Jesu Kristi faðir. Alt annað er Satans verk. Tey, sum bóðu til Satan, fingu eisini svar. Men tað vardi bara heilt stutt, so kom hann og kravdi sín prís. Hann plágaði og píndi tey, tí Satan er ikki eingang góður við síni egnu. Hesi fólkini sóu skjótt, at hetta var sum at skumpa sín trupulleika framman fyri sær.

 

 

Ringt var at sleppa av aftur við hesar óndu maktir. Tú mátti avnokta tær og biðja Jesus koma inn í hjarta títt, og so mátti tú sleppa tær av við allar lutir í heimi tínum, sum høvdu við andsmaktir at gera. Síðani skuldi tú mata teg við Guds orði, tí tað ber ikki til at vera ”tómur”.

 

 

Jesus sigur: „Tá ið hin óreini andin er farin út úr menniskjuni, fer hann um vatnleysar staðir og leitar sær hvílu; og tá ið hann onga finnur, sigur hann: »Eg vil venda við aftur til hús mítt, sum eg fór úr.« Og tá ið hann kemur, finnur hann tað sópað og prýtt. Tá fer hann og tekur við sær sjey aðrar andar, verri enn hann sjálvur, og teir fara inn og festa búgv har, og hitt seinna hjá teirri menniskjuni verður verri enn hitt fyrra.« “ Luk. 11,24-26.

Hví bar hatta til? Tí hjartað var tómt. Tað manglaði andaliga føði, sum er Guds orð. Effie Campbell