Hin gylta reglan

Skrivað: Dan Højgaard

”Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum” (Matt 7,12).

Á fleiri ymiskum sosialum miðlum, har fólk kunnu skriva eitthvørt um seg sjálvan, lesa vit ofta ”hvat er títt motto” ella ”yndis-citat” og so framvegis.

Og har eru nógv væl skrivað orð, handlingar, lyftir ella hvat hesin persónurin gongur upp í, skrivað. Sum søguligir persónar, undirhaldarar, sangskrivarar og so framvegs, hava skrivað ella sagt.

Hetta kann vera stuttligt, áhugavert, vekjandi, ja, hetta kann veruliga virka sum nakað, ein sjálvur kundi funnið uppá at gjørt.

So hví ikki gera tað?

Tann gylta reglan er eitt gott motto at taka við okkum inn í okkara gerandisdag. Vit eru kallað at elska næsta okkara sum okkum sjálv, so hví ikki gera ímóti honum, sum vit ynskja, at hann skal gera móti okkum?

Lat okkum taka hesi orð við okkum og hava tey í huganum, í talu, gerningum og tí, vit skriva í okkara gerandisdegi, mótvegis okkara starvsfelagum, klassafelagum og ja, øllum, vit møta. So eri eg vísur í, at tað verður sami atburður mótvegis okkum, vit møta aftur frá teimum.