Hin ódeyðiligi sangurin
„Fram um alt, ið verður varðveitt, varða títt hjarta, tí at har er tað, at lívið sprettur upp. “
Orðt.4,23
Ein maður úr Frelsunarherinum kom gangandi oman eftir einari gøtu í Hanley, ið liggur í einum øki í Onglandi, har nógv kolanám eru. Hann gekk og murraði sangin “Nærri mín Gud til tín!” Ein kona sá hann ganga har, og hon hoyrdi sangin. Brádliga steðgaði sangurin, og hon rópti við, so ræðslusligin bleiv hon. Eitt stórt gapandi hol læt seg nevniliga upp í gøtuni, og maðurin hvarv niður í tað. Gongubreytin ruddi saman, og maðurin úr Frelsunarherinum var farin eftir høvdinum niður í ævinleikan. Hann bleiv gravlagdur langt niðri í einari niðurlagdari gongd í einum kolanámi. Har varð leitað eftir honum; men hann varð ongantíð funnin.
Hvussu ofta boðar ikki sangurin á vørrunum frá tí innaru andaligu støðuni! Hvat fyri eitt lag hevði tú gingið og murrað: “Nærri mín Gud til tín” ella ein sang um heimsins ólukkur og hjartans tómleika?
Dávid segði: “Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir! Mikil er Harrin og væl verdur at lova, stórleiki hans órannsakiligur er!” Sálm. 145,2-3. Móses og Ísraels børn sungu fyri Harranum (2. Mós. 15,1), og Mirjam sang: “Syngið fyri Harranum!” 2. Mós. 15,21. Hví? Tí tey áttu gleðina í Gudi.
Frá hjartanum útgongur lívið; men eitt menniskja kennist ikki bara av tí, sum er útvortis, men eisini av tí, sum strálar út frá sjálvum persóninum. Tað er møguligt, at tú eisini bert upp á ein sang, men ikki upp á tann rætta. Kann bera á, at hjartað er tómt og pínir og er uttan nakra sanna gleði. Lat teg upp fyri Jesusi. Hann kemur við tí “Himmalska sólskini” til hjarta og lív, og tá verður tað evnið, sum tú vilt syngja um. Og tá kanst tú verða til reiðar til eina og hvørja tíð, ja, um so skuldi verið at blivið gloyptur av eini gongd í einum kolanámi, sum langt síðani er niðurlagt.
Maðurin í Frelsunarherinum misti ikki sang sín, hann tók hann við sær. Sangurin kom úr hjartanum. Ein sovorðin ódeyðiligur sangur, ein sovorðin trygd fyri ævinleikan kann eisini blíva ogn tín.
Effie Campbell umsetti
Edvard Poulsen

